02 feb. 2017

Sjálvvirkandi fóðurskipan frá JT electric

JT electric hevur ment eina fóðurskipan, ið veruliga brýtur upp úr nýggjum, í mun til verandi fóðurskipanir.

Í stuttum kann JT fóðurskipanin lata videokameraskipanina í ringinum avgera, hvussu nógv fiskurin fær at eta.

Tað er her stóra broytingin er, í mun til, hvussu flestu alarar gera í dag, teir brúka nógva orku upp á at fylgja við átinum í ringunum og innstilla síðani fóðurskipanina eftir tí. At hyggja í stórar telduskermar í nógvar tímar um dagin, er ein sera krevjandi uppgáva, og torført er at hugsavna seg so miðvíst, so leingi, um dagin.

Royndir í Føroyum sannførdu okkum um, at hetta kundi gerast sjálvvirkandi, so at teir sera dugnaligu føroysku alararnir kunnu brúka orkuna betur, við at fylgja við, at tøknin hevur røttu umstøðurnar í einum sera krevjandi umhvørvi á sjónum í Føroyum. Hettar tilsamans fer at gera, at minni fóður fer til spillis, og vakstrarpotentialið verður útnyttað næstan til fullnar, og úrslitini í Føroyum fara at vera uppaftur betur – tað eru fleiri, saman við JT electric, sannførd um.

Við tað at fiskurin fær júst so nógv fóður, ið hann klárar at eta, hvørki meira, ella minni, so ger tað, at tað er nógv minni fóðurspill, enn hvat tað var áður. Tað hevur stóra ávirkan á umhvørvið og eisini stóra peningaliga ávirkan. Royndir vísa, at framleiðslutíðin er eisini stytt, so har er aftur vinningur at fáa.

Eitt sera tíðandi samstarv í menningini var, at ein onnur føroysk fyritøka, Faroe Sea, hevur ment eitt forrit, sum greinar videomyndina og støðugt telur fóðurbollarar, sum koma niður ímóti kameranum. Hettar er grundarlagið fyri vitanini, nær fiskurin er mettur. Faroe Sea hevur eisini givið holla ráðgeving í menningartilgongdini.

JT electric hevur lagt seg eftir, at tað, ið verður ment, skal kunna setast saman við øðrum skipanum. So um ein alifyritøka ætlar at keypa hesa nýggju skipanina, so er bert neyðugt at skifta stýringina út. Á tann hátt kann tað vera eitt sindur lættari at fáa alifyritøkur at keypa skipanir frá JT electric.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík