Vinnarin av skapandi verkstovuni ‘Úr Haga á Hill’ kosin á TONIK 2025
Bóndir, kokkar og sniðgevar sameinast um at skapa nýggjar vørur úr staðbundnum landbúnaðarrávørum til føroysku handilshillarnar
Vinnarin av verkætlanini 'Úr Haga á Hill' varð Gásadalsgarður í samstarvi við Jaspur Svabo Jørgensen, Hotel Brandan og Janus Einar Sørensen, Smyril Line.
Mathea Hilduberg, leiðari í Vinnuframa, handaði vinninginVinnuframi, sum er partur av fyriskiparatoyminum av altjóða tøkniráðstevnuni TONIK, stuðlaði verkætlanini og handaði vinningin á TONIK 2025 við vón um framhaldandi menning og samstarv millum luttakararnar.
Á myndini: Gutti Winther, Jaspur Svabo Jørgensen, Sonni Zachariassen, Janus Einar Sørensen, Jóhan Fagraklett, Berhild Mittún og Bára JoensenVerkstovan 'Úr Haga á Hill’ varð sjósett í Hugskotinum í apríl 2025. Luttakararnir vórðu býttir í bólkar, sum, við støði í staðbundnari landbúnaðarrávøru, skuldu menna eina nýggja handilsvøru, og soleiðis arbeiða við hugskotsmenning og prototypum til lidna vøru, sum er klár til handilshillarnar. Lýsingarfyritøkan Virka hevur sniðgivið felagsátakið og vørurnar.
Bóndafelagið stóð fyri verkætlanini, sum varð fíggjað úr Búnaðargrunninum, og Gutti Winther var verkætlanarleiðari.
Skapandi vørurnar frá verkætlanini “Úr Haga til Hill” vórðu vístar fram við smakkiroyndum á TONIK ráðstevnuni, sum varð hildin í Silo í Sjóvinnuhúsinum 9. mai 2025.
Sí leinkju til KVF-innslag frá Tonik 2025 her
Sí leinkju til sniðgevininga av Virka her
Framvísing og smakkiroyndir á Tonik 2025
SEINASTU TÍÐINDI
