30 aug. 2022

Ókeypis tiltak fyri øll áhugaði í Finsen fríggjadagin 9. september kl. 13.00-15.00

Hvat skal til hjá føroyskum fyritøkum fyri at náa út um landoddarnar? Hvat eyðmerkir okkara vinnumentan í mun til aðrar altjóða vinnumentanir? Og hvønn týdning hevur nýhugsan og íleggjaraumhvørvið í hesum sambandi?

Vinnuframi, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið bjóða til ein spennandi seinnapart, har hesir spurningar verða viðgjørdir og har ljós verður varpað á heimsmarknaðin sum okkara heimamarkað.

Tak skránna niður her

Á skránni vera tveir áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv, Osnat Lautman og Benny Shlick. Osnat er ein altjóða viðurkendur serfrøðingur innan vinnumentanir og hevur eitt nú skrivað bestseljandi bókina `Israeli Business Culture’. Benny er íverkseti og fyrilestrahaldari við drúgvum royndum innan start-ups, KT-vinnuna og íleggjaraumhvørvið. Tey bæði fara eitt nú at koma inn á orsøkina til góðu úrslitini í ísraelska íverksetaraumhvørvinum, serliga innan KT-vinnuna.

Harumframt fara føroyskar KT-fyritøkur at greiða frá teirra royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum.

Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:00 í Finsen. Møguleiki verður fyri at netverka aftaná og fáa okkurt leskiligt afturvið.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Melda til her: https://forms.office.com/r/i6HqvaSssa

SEINASTU TÍÐINDI
01.03.2024
latest_news
Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum