05 sep. 2022

Osnat Lautman um 'Building a Global Mindset' í Finsen 9. september

Fríggjadagin 9. septembur kl 13.00, verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað.

Á skránni vera áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv.

Ein av teimum er Osnat Lautman, ið er ein altjóða viðurkendur serfrøðingur innan vinnumentanir og hevur skrivað bestseljandi bókina “Israeli Business Culture”. Osnat fer undir heitinum “Building a Global Mindset” at greiða frá ísraelsku vinnumentanini og hugleiða um munin millum ymiskar vinnumentanir, herundir føroysku vinnumentanina. Harumframt kemur hon inná hvussu tjóðskaparlig og mentunarlig viðri ávirka bæði samskifi og samstarv millum lond.

Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:30 í Finsen. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, tó er neyðugt við tilmelding. Melda til her: https://forms.office.com/r/i6HqvaSssa

Tað eru Framtak, Vinnuframi, Íverksetarahúsið og Hugskotið sum skipa fyri tiltakinum.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík