Benny Shlick um ísraelsku uppskriftina fyri innovatión í Finsen 9. september
Fríggjadagin 9. september kl. 13.00-15.30 verður tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað” í Finsen í Havn, har ljós verður varpað á altjóða marknaðin sum okkara heimamarkað.
Á skránni vera áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv. Ein av teimum er Benny Shlick. Benny er íverkseti við drúgvum royndum innan start-ups, KT-vinnuna og íleggjaraumhvørvið. Harumframt er hann stovnari av “Innovation-Without-Borders”, og “IWB Diplomatic Forum”, sum arbeiðir fyri at fremja samstøv ímillum ísraelska vinnulívið og umheimin.
Benny fer at greiða frá, hvør orsøkin er til góðu úrslitini í ísraelska íverksetaraumhvørvinum, serliga innan KT-vinnuna, og hvussu vit í Føroyum kunnu fáa íblástur frá hesum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, tó er neyðugt við tilmelding.
Melda til her: https://forms.office.com/r/i6HqvaSssa
Tað eru Framtak, Vinnuframi, Íverksetarahúsið og Hugskotið sum skipa fyri degnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.
SEINASTU TÍÐINDI
Nordic Innovation is looking for a Chief Communications Officer (CCO)
As Chief Communications Officer (CCO) at Nordic Innovation, you will be responsible for positioni…
Vaksandi áhugi fyri skjótgangandi arbeiðsbátum frá Brim Boats
Vinnarin av skapandi verkstovuni ‘Úr Haga á Hill’ kosin á TONIK 2025
Vinnarin av verkætlanini 'Úr Haga á Hill' varð Gásadalsgarður í samstarvi við Jaspur Svabo Jørgen…