28 mar. 2017

Beinta Poulsen á messu við nýggjum klædnamerki

Vinnuframi hevur stuðlað Beintu Poulsen, sum hevur verið á Revolvermessu í Keypmannahavn við nýggja klædnamerkinum "EINSTAKT”.

Høvuðsendamálið við luttøkuni á messuni var at branda nýggja føroyska klædnamerkið og gera tað sjónligari og sterkari í einum altjóða høpi, og harvið økja um søluna.

Báðir sniðgevarnir hjá EINSTAKT vóru við á messuni og fingu sera nógvan íblástur til komandi rák innan mótaheimin. Ein nýggjur danskur seljari hjá EINSTAKT, luttók eisini á messuni. Við tað, at hann hevur eitt sera stórt netverk, hevði tað sera góða ávirkan á, at nógv viðskiftafólk og aðrir samstarvspartar vitjaðu básin.

Samanumtikið kann sigast, at við stuðlinum frá Vinnuframa var tað gjørligt at luttaka á eini sera týdningarmiklari mótamessu við einum væl fyrireikaðum og væl brandaðum klædnamerki, og tað er Beinta Poulsen sera takksom fyri.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík