11 jun. 2019

FarPay á BORN GLOBAL í Kongshøll 13. juni

Sámal Samuelsen, Sølustjóri kemur at greiða frá royndunum hjá FarPay á danska markanaðinum.

Fyritøkan FarPay er ein fyritøka ið veitur loysnir til handfaring og fakturasending, gjalding og upp-fylging. FarPay hevur klárað at gjørt seg galdandi á útlendska marknaðinum, og størsti parturin av umsetninginum hjá FarPay er uttanfyri Føroyar. FarPay fekk fyrr í ár heiðurin sum Ársins Íverksetari.

Tiltakið, Born Global - Fyritøkur á altjóða marknaðinum, verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Skráset teg her: https://hugskotid.fo/skrseting-born-global

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík