10 jul. 2019

Leiðari til FMX, Faroe Music Export

FMX (Faroese Music Export) er nýstovnað tónleikaútflutningstova, har aðalendamálið er at marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og ráðgeva um tónleikaútflutning bæði til føroyska tónleikaumhvørvið og útlenskar fyritøkur og tónleikarar, ið fáa sær føroyskar samstarvsfelagar. Yvirskipaða uppgávan hjá FMX er at menna føroyska tónleikavinnu til útflutnings um alla verðina.

Í løtuni mugu vit ásanna, at tað prutlar undir lokinum i tónleikavinnuni, vit útgeva meira enn eitt tónleikaverk um vikuna og eru, sammett við fólkatalið, eitt av teimum mest musikalsku londunum i heiminum.

Er tú ein savnandi eldsál við sterkum samskiftisførleikum og góðum fyrisitingarligum evnum og vil vera við at ávirka, førleikamenna og marknaðarføra okkara tónleikaskatt út í heim?

 

Dagliga fert tú millum annað at taka tær av at

- uppbyggja netverk
- umboða Føroyar á tiltøkum uttanlands
- fara eftir altjóða uppmerksemi mótvegis føroyskum tónleiki og tónleikatiltøkum
- at miðla samband millum virkandi tónleikarar og feløg
- ráðgeva tónleikarum, feløgum og politiska myndugleikanum fyri at nevna nøkur evnir.

 

Førleikakrøv

Vit sóknast eftir tær, ið kann skipa fyri Faroe FMX og klárar hesar nevndu uppgávur, og tær, sum tú annars kemur ásamt við stýrið í FMX um.

Vit ímynda okkum ein persón, sum eg jaligur og útvendur, dugir at skapa og helst hevur samband við fólk á hesum øki uttanlands.

 

Setanarviðurskifti 

Dagligi leiðarin vísir til stýrisbólkin í FMX. Løn og setanartreytir sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv, heimstaðurin er í  Gøtu, starvstíðin er  3 ár við møguleika at leinga eitt ár.

Í stýrinum sita Gissur Patursson, formaður, Mikael Blak, Fróði Stenberg og Unn Paturson.

 

Umsókn skal sendast til

vinnuframi@vinnuframi.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. september 2019. Starvið verður sett sum skjótast.

Tónleikaútflutningsstovan, Faroe Music Export (FMX), skal fremja føroyskan tónleikaútflutning og menna føroyska tónleikavinnu, og tað verður Vinnuframi, ið fer at veita hjálp við bókhaldi og fyrisiting.

 Vilt tú vita meira um hetta áhugaverda starv, ert tú vælkomin at seta teg i samband við formannin, Gissur Patursson, tel. 00298-213535.

 F M X  Faroe Music Export  Tónleikaútflutningsstovan.

SEINASTU TÍÐINDI
11.06.2019
latest_news
FAROEKNIT á BORN GLOBAL í Kongshøll 13. juni
Les meira  
11.06.2019
latest_news
FarPay á BORN GLOBAL í Kongshøll 13. juni
Les meira  
06.06.2019
latest_news
JT electric á BORN GLOBAL í Kongshøll 13. juni

Kristian Andreasen, Head of Key Account Management, kemur at greiða frá royndunum hjá JT electri…

Les meira