13 nov. 2019

Barbara Vang sett sum skrivari og samskipari hjá NATA og Vinnuframa

Barbara Vang er 29 ár og hevur lisið og starvast í øllum trimum NATA-londunum, Føroyum, Íslandi og í Grønlandi. 

Barbara hevur stóran áhuga fyri tí, sum rørir seg í útnorðuri, serliga innan nýskapan og ferðavinnu, og hevur hon seinastu árini starvast hjá Guide to Greenland við menning av grønlendsku ferðavinnuni.   

Barbara hevur hægri samfelagsvísindaliga útbúgving og er í holt við at taka eina Master í West Nordic Studies.

Í Norra hevur Barbara nomið sær førleikar innan myndir og ferðavinnu, sum hon eisini hevur undirvíst í.

Barbara byrjar í starvinum hálvan januar 2020. 

Skrivstovan hjá NATA, North Atlantic Tourist Association, sum síðani 2011 hevur verið í Vinnuhúsinum, fer nú at húsast hjá Vinnuframa í Sjóvinnuhúsinum á Vestara Bryggju.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík