03 mar. 2020

Katrine Schlüter Schierbeck, um filmsrættindi, í Kongshøll 19. mars

Katrine Schlüter Schierbeck, advokatur á The Law Factory, hevur framløgu um rættindi í sambandi við filmsframleiðslu á tiltakinum ”Patent & copyright – hvussu verjir tú tína framleiðslu” hósdagin 19. mars í Kongshøll. Tiltakið er ókeypis.

Innan filmsframleiðslu er ein ørgrynna av rættindum, mann skal hava stýr á. Katrine fer á tiltakinum at greiða frá, hvørji rættindi ein filmsframleiðari skal tryggja sær í eini framleiðslu.

Við sergrein í Entertainment Law og Intellectual Property Law hevur Katrine drúgvar royndir innan filmsvinnuna. Hon hevur arbeitt sum framleiðslu advokatur á donskum og skandinaviskum films- og sjónvarpsframleiðslum, har uppgávurnar eitt nú fevna um at tryggja at sáttmálar í millum ymsar partar eru í ordan. Nakrar av framleiðslunum, sum Katrine hevur arbeitt við eru ”The Kindsness of Strangers”, “Distant Sound of Barking Dogs”, “Ser du månen Daniel” og nógvar afturat. Umframt hetta undirvísir hon í copyright og løgfrøði á Den Danske Filmsskole.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík