04 mar. 2020

Jóhan Fagraklett, stjóri í GreenIQ, í Kongshøll 19. mars

Jóhan Fagraklett hevur framløgu um patentering av oljulensara-skipan, sum kann brúkast til fleiri endamál, millum annað at halda vatni reint umborð á skipum og á havnaøkum. Skipanin skilur á einfaldan hátt olju frá vatni.

Harafturat hevur fyritøkan ment ein laksalús-savnara, sum fleiri alifyritøkur hava roynt við góðum úrslitum.

Fyritøkan framleiðir individuellar loysnir til altjóðar kundar innan maritimu vinnuna og aling av laksi. Framleiðslan liggur í Hvalvík.

Umframt patent upp á oljulensara-skipanina, hevur GreenIQ eisini fingið patent upp á laksalús-savnarin.

GreenIQ varð tilnevnd Nordic Council Environment Prize í 2018.

Í 2019 fekk GreenIQ stuðul til menning úr Horizon2020, sum er ein stuðulsskipan hjá EU

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík