06 mar. 2020

Jón Hammer, filmsframleiðari, í Kongshøll 19. mars

Jón Hammer, filmsframleiðari, kemur at greiða frá sínum royndum í filmsvinnuni á tiltakinum ”Patent & Copyright – hvussu verjir tú tína framleiðslu” í Kongshøll 19. mars kl. 14-17. Tiltakið er ókeypis.

Jón byrjaði í filmsvinnuni í 2012, tá hann fór í læru hjá filmsfelagnum Zentropa í Danmark. Fyrsti spælifilmurin, hann framleiddi, var Dreymar við Havið (2017) eftir Sakaris Stórá. Sama ár stovnaði hann felagið Kykmyndir og gjørdist nevndarlimur í Filmshúsinum.

í 2019 bleiv Jón liðugur við sína útbúgving sum framleiðari á Dansk Films Institut og gjørdist eisini limur í European Audiovisual Entrepreneurs. Hann hevur verið framleiðari á fleiri størri og smærri filmsverkætlanum. Í løtuni arbeiðir hann bæði við sínum egna felgag, Kykmyndir, fyri Adomeit Film í Danmark og sum framleiðsluleiðari á útlendskum framleiðslum í Føroyum.

Í februar 2020 vann Jón saman við Sakaris Stórá Talent Highlight Award á filmsfestivali í Berlin.

SEINASTU TÍÐINDI
01.03.2024
latest_news
Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum