08 apr. 2020

Umsóknarumførini í mai og juni avlýst vegna Koronakreppuna

Næsta freist er 27. august 2020

Alheimsbúskapurin er sera ótryggur í løtuni orsakað av koronasjúkuni, sum herjar ógvusliga á í teimum londunum Føroyar samstarva mest við. 

Føroyski búskapurin er ein lítil opin búskapur, sum er sera tengdur at alheimsbúskapinum.

Endamálið hjá Vinnuframa er fyrst og fremst at stuðla nýskapandi verkætlanum innan útflutningsvinnuna, herundir eisini ferðavinnuna. 

Stýrið hevur tí valt at avlýsa umsóknarumførini í mai og juni 2020. 

Næsta freist at lata umsóknir inn er fyribils ásett til 27. august 2020.   

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík