Stuðul til samstarvsverkætlanir innan ferðavinnu í Útnorðri
Nú ber til at søkja um stuðul frá NATA til samstarvsverkætlanir innan ferðavinnu í Útnorðri. NATA er ein samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarvið innan ferðavinnu og skapa sambond millum ungdómin í Útnorðri. Til ber at søkja um stuðul til ferðavinnuverkætlanir og náms- og kunningarferðir. Freistin at søkja um stuðul frá NATA er 21. august 2020.
Freistin at søkja um stuðul frá NATA er 21. august 2020. Umsóknir skulu vera á enskum, ella donskum, og skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og treytir eru at finna á heimasíðuni hjá NATA. Umsónirnar verða viðgjørdar á stýrisfundi hjá NATA fyrst í oktober. Umsøkjarar fáa svar 15. oktober 2020.
Meira kunnig fæst við at venda sær til Barbaru Vang, skrivara, á telefon 553302 ella teldurposti nata@vinnuframi.fo
SEINASTU TÍÐINDI

Menning av hátøkni-flakamaskinu til hvítfisk