Føroysku tilnevndu í Arctic Future Challenge
Nú ber til at atkvøða fyri trimum ungum føroyskum íverksetarafyritøkum at koma víðari í Arctic Future Challenge.
Innleiðandi umfar av arktisku kappingini fyri ungar íverksetar, Arctic Future Challenge, er av. Tríggjar føroyskar fyritøkur og íverksetar eru tilnevnd í teimum trimum ymsu bólkunum. Nú ber til at atkvøða fyri, at tey skulu sleppa víðari í kappingini.
Teir ungu íverksetarnar kappast í trimum ymsum bólkum. Tey føroysku tilnevndu eru:
- Ársins ungi íverksetari:
- Sølvá
- Ödn wear
- Ársins unga virki
- Sølvá
- Ödn wear
- Besta íverksetaraverkætlan hjá ungum lesandi
- Føroya Bagels
- Ödn wear
Til ber at lesa meira um tey tilnevndu og atkvøða á heimasíðuni hjá Arctic Future Challenge. Vinnarin av hesum umfarinum verður kunngjørdur 4. august.
Føroysku lattakararnir kappast ímóti ungum úr øllum Arktis. Vinnarnir sleppa við til eitt stórt ”Award Show” á Arctic Circle ráðstevnuni í Íslandi í oktober.
SEINASTU TÍÐINDI

Menning av hátøkni-flakamaskinu til hvítfisk