ÖDN WEAR skal umboða Føroyar í Arctic Future Challenge
Fyritøkan ÖDN WEAR er tilnevnd "National Winner" í tveimum bólkum í Arctic Future Challenge kappingini.
Fyritøkan ÖDN WEAR er vald at umboða Føroyar í finaluni í Arcric Future Challenge, sum er ein kapping fyri ungar íverksetar í Arktis. Kappast verður í trimum bólkum og ÖDN WEAR er vald at umboða Føroyar í bólkunum Ársins ungi íverksetari og Ársins unga íverksetarafyritøka.
Í fyritøkuni eru tær tríggjar ungar kvinnur, sum hava sum mál at arbeiða fyri burðardyggari framleiðslu. Tær framleiða eitt nú jakkar og taskur úr tjøldum, sum fólk ikki taka við heim av festivalum. Hvørt produkt hevur sína søgu og keyparin kann fáa at vita hvørjum av hvørjum festivali eitt nú keypti jakkin hevur uppruna.
Til ber at vitja heimasíðuna hjá ÖDN WEAR her, eisini ber til at stuðla einari verkætlan hjá fyritøkuni á Hópfígging.
Finalan í Arctic Future Challenge verður í Reykjavík í oktober.
SEINASTU TÍÐINDI

Starv leyst at søkja hjá Vinnuframa
Les meira

Føroysku tilnevndu í Arctic Future Challenge
Innleiðandi umfar av arktisku kappingini fyri ungar íverksetar, Arctic Future Challenge, er av. T…

Stuðul til samstarvsverkætlanir innan ferðavinnu í Útnorðri
Freistin at søkja um stuðul frá NATA er 21. august 2020. Umsóknir skulu vera á enskum, ella donsk…