Katrine Schlüter Schierbeck, um filmsrættindi, í Reinsarínum. 22. september
Katrine Schlüter Schierbeck, advokatur á The Law Factory, hevur framløgu um rættindi í sambandi við filmsframleiðslu á tiltakinum ”Patent & copyright – hvussu verjir tú tína framleiðslu” hósdagin 22. september í Reinsarínum. Tiltakið er ókeypis.
Innan filmsframleiðslu er ein ørgrynna av rættindum/avtalum, mann skal hava stýr á. Katrine Schlüter Schierbeck fer á tiltakinum at greiða frá, hvørji rættindi ein filmsframleiðari skal tryggja sær í eini framleiðslu.
Við sergrein í Entertainment Law og Intellectual Property Law, hevur Katrine Schlüter Schierbeck drúgvar royndir innan filmsvinnuna. Hon hevur arbeitt sum framleiðslu-advokatur á donskum og skandinaviskum films- og sjónvarpsframleiðslum, har uppgávurnar eitt nú fevna um at tryggja at sáttmálar í millum ymsar partar eru í lagi. Nakrar av framleiðslunum, sum Katrine hevur arbeitt við eru ”The Kindsness of Strangers”, “Distant Sound of Barking Dogs”, “Ser du månen Daniel” og nógvar afturat. Umframt hetta undirvísir hon í copyright og løgfrøði á Den Danske Filmsskole.
SEINASTU TÍÐINDI
Nordic Innovation is looking for a Chief Communications Officer (CCO)
As Chief Communications Officer (CCO) at Nordic Innovation, you will be responsible for positioni…
Vaksandi áhugi fyri skjótgangandi arbeiðsbátum frá Brim Boats
Vinnarin av skapandi verkstovuni ‘Úr Haga á Hill’ kosin á TONIK 2025
Vinnarin av verkætlanini 'Úr Haga á Hill' varð Gásadalsgarður í samstarvi við Jaspur Svabo Jørgen…