08 sep. 2022

Jakob Thors, um rættindi hjá tónleikarum, í Reinsarínum 22. september

Jakob Thors, løgfrøðingur hjá KODA og bassistur í heimsflokki, hevur framløgu um rættindi í samband við tónleikaframleiðslu á tiltakinum ”Patent & copyright – hvussu verjir tú tína framleiðslu” hósdagin 22. september kl. 13.30 – 17.00 í Reinsarínum. Tiltakið er ókeypis.

Jakob er løgfrøðingur við sergrein innan rættindi. Dagliga starvast hann hjá KODA og á tiltakinum, fer hann at fortelja um copyright og ”faldegrupper indenfor samme”.

KODA felagsskapurin hevur síðan 1926 virka fyri at tónasmiðir fáa pengar fyri at teirra verk verða spæld. Høvðusendamálið er sostatt at samla inn pening fyri tónleik, sum verður spældur í almenna rúminum, og býta hetta út til tey, sum eiga rættindi til tónleikin.

SEINASTU TÍÐINDI
27.10.2026
latest_news
Nordic Innovation is looking for a Chief Communications Officer (CCO)

As Chief Communications Officer (CCO) at Nordic Innovation, you will be responsible for positioni…

Les meira  
15.08.2025
latest_news
Vaksandi áhugi fyri skjótgangandi arbeiðsbátum frá Brim Boats