Rasmus B. Offersen, uppfinnara-ráðgevi, í Reinsarínum 22. september
Rasmus Bjerring Offersen hevur framløgu um patent á tiltakinum ’Patent og Copyright – Hvussu verjir tú tína framleiðslu?’ hósdagin 22. september kl. 13.30 – 17.00 í Reinsarínum. Tiltakið er ókeypis.
Sum serfrøðingur, hevur Rasmus Bjerring Offersen hollar royndir innan tilgongdina hjá einum uppfinnara; hvussu farast skal fram, hvat skal gerast fyrst og hvør raðfylgja er tann besta. Helst uttan, at tað kostar nakað hjá uppfinnaranum.
Ramus Bjerring Offersen hevur starvast hjá Danmarks Teknologiske Institut sum ráðgevi hjá uppfinnarum síðani 1984. Hann hevur eina virðismikla vitan um danskar fyritøkur og hevur eitt stórt netverk.
Uppfinnara-ráðgevin, Ramus Bjerring Offersen, dámar sera væl at síggja hugskot vaksa og mennast, og at seta fólk og fyritøkur í samband við hvønn annan. Serliga, tá tað eydnast at fáa samband og samstarv í millum ein uppfinnara og eina fyritøku, og tá ein møguliga lisensavtala er undirskrivað.
SEINASTU TÍÐINDI
